Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, kom í dag á máltalvuna í 2-0 sigrinum hjá Brann móti Odd. Aftaná dystin var føroyski landsliðsleikarin eisini valdur til dagsins leikara á liðnum hjá Brann.
Les eisini: Síggj vakra málið hjá Gilla
Í samrøðu við heimasíðuna hjá Brann, segði Gilli Rólantsson Sørensen eftir dystin, at sigurin hjá Brann var kærkomin, eftir at tað seinastu ferðirnar ikki hevur gingið væl. Harumframt fegnast Gilli Rólantsson Sørensen um aftur at vera millum málskjúttarnar.
Tað ber til at hoyra alla samrøðan við Gilla Rólantsson Sørensen við at trýsta á her.