Deiligt at fáa hol á

Leygardagin kundi Hans á Lag halda sín 35 ára føðingardag, og sunnudagin var hann við málinum til 1-0 ein stór orsøk til, at hann saman við liðfeløgunum og øllum hinum í HB kundi feira føroyameistaraheitið 2009.

– Tað var øgiliga deiligt at fáa hol á beinanvegin. Vit vóru væl fyri og vóru samdir um, at í dag skuldi tað verða. Nú eru trý ár, síðani at vit vunnu síðst, so tað var øgiliga deiligt at vinna aftur, segði Hans á Lag, ið samstundis harmaðist um, at sigurin hevði við sær, at KÍ helst missir sítt pláss í bestu deildini.

– Ja, tað er eitt sindur hugstoytt, at vit so skulu siga farvæl við KÍ, men klaksvíkingar skulu bara koyra á, so koma teir aftur.