Deilig uppliving

Bergur Ingvarsson endaði aftast, tá hann skeyt 50 metur riflu í gjár. – Hetta var ikki tað besta eg skjóti, men upplivingin var fínasta slag, sigur hann

Banin riffluskjúttarnir skutu á hósdagin varð gjørdur upp á 30 tímar. Tað upplýsti Vassilis Delios, chief range officer á 25 metrum, tá vit vitjaðu á bananum í gjár. Tað sást eisini.

– Hetta er ein nokkso primitivur bani, staðfesti Bergur Ingvarsson, tá hann var liðugur at skjóta. Hann endaði aftastur av 13 skjúttum.

Umframt tað, at banin var keðiligur, var eisini talan um nokkso óvandar umstøður hjá unga manninum.

– Eg eri vanur við, at alt er elektroniskt so skivurnar, vit skjóta eftir, koma inn hangandi á einum bandi, og soleiðis stilla siktið eftir tí. Her var einki sovorðið, so eg mátti læna mær ein kikara, so eg kundi fylgja við úti á skivuni so hvørt eg skeyt, greiðir Bergur frá.


Trupult men stuttligt

Sjálv skjótingin gekk ikki heilt sum ætlað. Av tí at umstøðurnar vóru sum tær vóru, hevði Bergur valt at stilla upp til eina liðkapping týsdagin, har tveir og tveir skutu saman. Bergur var tó einsamallur, men fór við fyri at venja seg við nýggju umstøðurnar. Í gjár varð so kappast í einstaklingum. Tá gekk betur enn týsdagin, men ikki heilt sum ætlað.

– Seinasti rundan eg skeyt var tann besta á túrinum. Hatta var tó ikki tað besta eg skjóti, men upplivingin var fínasta slag, sigur Bergur, sum tekur soleiðis samanum sínar fyrstu oyggjaleikir:

– Tað var trupult, men stuttligt og eg havi lært nógv, so talan hevur verið um eina góð og spennandi uppliving, sigur hann, hóast hann endaði aftast í rifluskjótingini. Bergur Ingvarsson taldist millum yngstu luttakararnar í kappingini, og tá hann ikki var vanur við slíkar umstøður sum tær á Rhodos, hava hinir skjúttarnir hjálpt honum væl.

– Tú mást bara njóta hetta hava teir sagt við meg. Nú veit eg hvussu hetta gongur fyri seg, so um tvey ár eri eg klárur, sigur Bergur Ingvarsson.