Marjun Magnussen er 34 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur. Marjun starvaðist í danska Arbejdsdirektoratet áðrenn hon í 2002 flutti til Føroyar. Hon hevur drúgvar royndir í føroysku miðfyrisitingini, har hon hevur starvast bæði sum fulltrúi og deildarleiðari. Síðan 2007 hevur Marjun verið leiðandi løgfrøðingur í bankunum Kaupthing og Eik Bank.