Bólkurin, Deiggj, sum hevur røtur á Tvøroyri, fer at spæla undir, tá John Lawton fer á pallin at syngja vælkendu løgini hjá Uriah Heep
John Lawton sigur seg gleða seg at koma til Føroyar, og hann hevur hoyrt mangt gott um Føroyar frá vinmanninum Ken Hensley.
Deiggj hava nógv ár á baki og kenna væl tónleikin frá sjeytiárunum. Teir hava vant nógv seinastu mánaðirnar og fríggjakvøldið fara teir á flogvøllin at taka ímóti John Lawton, og síðani fara Deiggj og Lawton venja saman.
Deiggj og John Lawton vera seinastir á skránni á Jóansøkufestivalinum leygarkvøldið, og væntandi verður tað eitt brak av eini framførslu, tá framúr gávuríki og royndi John Lawton foldar seg út við orkumiklu røddini við øllum teim góðu løgunum frá tíðini við Uriah Heep.