Fyrsta vikuskiftið í februar fáa føroyskir Heep fjepparar aftur møguleikan at uppliva John Lawton, fyrrverandi sangara í Uriah Heep, saman við føroyska rokkbólkinum Deiggj, sum í september høvdu spælt saman heili 30 ár.
Fyrrverandi oddamaðurin í Uriah Heep og Deiggj hava spælt saman fyrr eitt nú til Jelling Festivalin í Danmark í fjør. Hendan konsertin gekk væl, og avgjørt varð tí at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum í ár. John Lawton og Deiggj høvdu eisini konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í 2010.
John Lawton var sangarin, sum loysti David Byron av í 1976. Lawton innspældi fleiri hitt við Uriah Heep frá 1976-1979. Eitt nú løg sum Free me, Wiseman, Hanging tree, Symphaty, Firefly og Come back to me.
Dennis Lava, John Lawton og onnur úr Deiggj fara at syngja fleiri av gomlu Heep hittunum eisini tey, sum upprunaliga vóru innspæld av David Byron og Uriah Heep fyrst í sjeytiárunum.
Aftrat Lawton og Deiggj vera tríggjar kendar føroyskar songkvinnur á pallinum nevniliga Malan Eyðunsdóttir, Anna Maria Olsen og Laila Carlsen.
Tiltakið verður leygarkvøldið kl. 21.00 í Norðurlandahúsinum.