Deiggj komnir til Akureyri

Deiggj eru komnir til Akureyri, har teir spæla sítt Uriah Heep show í morgin í Græna Hattinum.

 

Deiggj eru komnir til Akureyri, har teir spæla sítt Uriah Heep show í morgin í Græna Hattinum.

Framúrskarandi deiliga spælistaðið Græni Hatturinn á Akureyri verður í annað kvøld karmur um Uriah Heep showið hjá Deiggj.

Deiggj hava spælt nógvar Uriah Heep framførslur runt í Føroyum, við sera góðari móttøku, teir hava eisini spælt saman við fyrrverandi Uriah Heep sangaranum John Lawton, bæði í Føroyum og uttanlands.

Á Facebook boðar gittarleikarin Fróði Vestergaard frá, at teir hava verið í bæði útvarpi og sjónvarpi í dag.

Teir fara at spæla allar klassikararnar, so sum Gypsie, Easy livin´, The Wizard, Come back to me, Rain, Free me, Circle of hands, Sweet Lorraine, July morning, Traveller in time, Time to live, Symphaty, Hanging tree og nógvar aðrar. Og um alt spælir væl av, enda teir konsertina við at spæla nøkur av teirra egnu løgum.