Ætlaði jóansøkufestivalurin nærkast alt meir veruleikanum og enn eitt navn er komið fram. Deiggj, ið hevur uppruna á Tvøroyri, fer á pall sum Gasolinjam. Flestu liminir búgva í dag í Havn, men bólkurin byrjaði á Tvøroyri og gav í áttatiárunum plátu út, ið enn stendur sum ein stinnur varði.
Liminir vóru og eru ? sum so mong - rættir Gasolin? fjepparar og til Jóansøkufestivalin fer bólkurin at brynja seg, so talan verður um eitt sonevnt Gasolin? Jam.
Nylon
Arbeitt verður við at fáa útlendsk nøvn á pallin á Jóansøkufestivalinum, hóast stutt skotbrá. Okkurt av stóru nøvnunum frá sjeyti- og áttatiárunum hevur verið nevnt, og um vikuskiftið verður væntandi greitt, hvussu verður við hesum.
Íslendski kvinnubólkurin Nylon hevur víst Jóansøkufestivalinum áhuga og hendir onki óvæntað, so fara ungu íslendsku kvinnurnar í Nylon á pall á jóansøku. Meira fæst at vita um bólkin á heimasíðuni www.nylon.is .
Sostatt eru Makrel og Deiggj vís nøvn á festivalinum, eins og nøkur útlendsk nøvn nærum eru komin undir land. Og fleiri føroysk nøvn hava víst áhuga og eisini fremstu troubadourar her á landi hava víst áhuga.
Væl stuðlað
Tiltakið Jóansøkufestivalur er júst komið undan kavi, men kommunurnar í Suðuroynni hava stuðlað ætlanini sera væl, ásannandi, at skal hátíðin standa seg, nú hon skal kappast við onnur tiltøk, so krevst meira. Stóru kommunurnar hava tikið sera væl undir og eisini smærru kommunurnar hava stuðlað væl. Eisini Suðuroyar Sparikassi hevur verið jaligur mótvegis Jóansøkufestivalinum.