Manningin í Deiggj leitar aftur til røturnar og spælir í heimstaðnum leygakvøldið Nógv jólaborðhald eru um vikuskiftið og tí hevur Tvøroyrar Klubbi fingið Deiggj at spæla leygarkvøldið.
Deiggj er gamal bólkur, sum byrjaði á Tvøroyri fyri eini 25 ? 30 árum síðani. Manningin er í dag bland av upprunamanning og øðrum, sum tó hava verið við rúma tíð og meginparturin av manningini býr nú í Havn. Bólkurin gav plátu út fyrst í áttatiárunum og hevur eisini verið at hoyrt á útgávum síðani.
Deiggj spælir blandaðan tónleik, men fjalir ikki, at teir í bólkinum eittnú dáma væl Gasolin og góðan rocktónleik annars, og teir spældu eisini undir hjá John Lawton úr Uriah Heep á Jóansøkufestivalinum fyrr í ár. Deiggj spældu síðsta vikuskiftið í Havnar Klubba og var hetta væleydnað vikuskiftið við nógvum áhoyrarum, frættist frá Deiggj.