Deiggj góða móttøku í Finnlandi

Føroyski bólkurin Deiggj vitjar í hesum døgum í Finnlandi. Umframt at framføra sjálvir, so hava menninir í Deiggj eisini verið á sangskrivaraskeiði. -Vit hava fingið sera góða móttøku í Finnlandi, og vónandi verður móttøkan eins góð til komandi konsertirnar, sigur Fróði Vestergaard, partur av Deiggj manningini.

 

Bólkurin hevur higartil havt tvær konsertir, og hóskvøldið verður triðja konsertin, har gamli Heep trummusláarin Lee Kerslake spælir nøkur løg saman við Deiggj.

 

Gevandi sangskrivaraskeið

Manningin í Deiggj hevur vitjað í Finnlandi í okkurt um eina viku, og umframt at framføra, so hava tónleikararnir í Deiggj eisini verið á einum sangskrivaraskeiði við Ken Hensley.

 

-Tað var eitt sera gevandi og áhugavert skeið, og eg haldi, at vit lærdu nógv av Ken Hensley, sigur Fróði Vestergaard.

 

Deiggj koma aftur á klettarnar mánakvøldið.