Deiggj á Akureyri

Framúrskarandi deiliga spælistaðið Græni Hatturinn á Akureyri verður 1. mars karmur um Uriah Heep showið hjá Deiggj.

 

Framúrskarandi deiliga spælistaðið Græni Hatturinn á Akureyri verður 1. mars karmur um Uriah Heep showið hjá Deiggj.


Deiggj hava spælt nógvar Uriah Heep framførslur runt í Føroyum, við sera góðari móttøku, teir hava eisini spælt saman við fyrrverandi Uriah Heep sangaranum John Lawton, bæði í Føroyum og uttanlands.

Á Facebook lovar Deiggj, at teir fara at spæla allar klassikararnar, so sum Gypsie, Easy livin´, The Wizard, Come back to me, Rain, Free me, Circle of hands, Sweet Lorraine, July morning, Traveller in time, Time to live, Symphaty, Hanging tree og nógvar aðrar. Og um alt spælir væl av, enda teir konsertina við at spæla nøkur av teirra egnu løgum.


Græni Hatturinn er eitt tað mest hugnaliga spælistaðið í Akureyri, og hevur javnan vitjan av góðum og kendum tónleikanøvnum.