Degns hús keypið ok

 Innlendismálaráðið tekur undir við fimm millióna krónu húsakeypinum. Við hesum hava landsins myndugleikar og Tórshavnar býráð lagt støðið undir okraðum húsaprísum í kommununi. So vita vit tað, skrivar Beate L. Samuelsen

Beate L. Samuelsen, Býráðslimur í Havn



Svarið, sum Innlendismálaráðið hevur givið í sambandi við klaguna hjá okkum í minnilutanum í Tórshavnar býráð, kom ikki óvæntað. Útvarpið kom jú við sama svarið upp á eitt eina møguliga kæru um húsakeypið ein tíma undan býráðsfundinum 15. desember 2005, har avgerðin skuldi takast.
Tí kendu vit svarið frammanundan, men hetta helt okkum ikki aftur.
Vit sendu kæruna til Innlendismálaráðið, har tað kommunala eftirlitið, sum skal ansa eftir, at kommunur taka sínar avgerðir sambært galdandi lóg, og at kommunur ikki seta lóggávu ella galdandi rætt til viks.
Vit í minnilutanum mettu tað sum okkara skyldu borgaranna vegna at mótmæla keypinum av Degns húsi, bæði tí vit vóru av tí áskoðan at húsið átti at verði virðismett av óvildugum myndugleika og at prísurin var alt, alt ov høgur.
Somuleiðis vístu vit á, at býráðið við keypinum av Degns húsi gekk á odda við at okra ognarprísirnar í Tórshavnar kommunu.
Í viðmerkingunum í brævinum frá Innlendismálaráðnum til minnilutan í Tórshavnar býráð 26. januar 2006, verður m.a. upplýst, teir avvísa kæru okkara og ikki gera meiri við málið.



Út at venda
Innlendismálaráðið metir, at býráðið við fimm millióna krónur húsakeypinum ikki hevur tikið eina avgerð ímóti galdandi lóggávu ella galdandi rætti.
Skil tað hvør, ið skilja vil!
Somuleiðis sigur kommunala eftirlitið seg ikki taka støðu til, um kommunalar avgerðir, ið eru tiknar innanfyri lógarinnar karmar, eru rímiligar ella um tær eru skilagóðar ella ikki, verður upplýst í svarinum.
Ja, men hvat ger eitt kommunalt eftirlit so, tá tað ikki kann meta, um ein avgerð er rímilig, skilagóð ella ikki, tá tað er kommunkassin, sum brúktur verður til skilaleyst húsakeyp?
Er tað veruliga rímiligur og skilagóður politikkur hjá einum býráð at keypa eini skralltóm hús fyri fimm milliónir krónur, sum eru so lítil sum Degns hús, har man innkomin, noyðist út aftur at venda, um man skal snara sær á og klóra sær í nakkanum?
Jú, tað er sera skilagóður politikkur og fínasta lagi sambært kommunala eftirlitinum.
Til samanmetingar kunnu vit nevna eitt risastórt gistingar í sjey hæddum (havi ikki talt tær) 100 metrar longri niðri í gøtuni, sum verður selt til privat fólk við mann og mús og innbúgvi fyri bert einar 25 milliónur, ella har á leið, sum tað ljóðar manna millum.
Tað er sanniliga munur á, hvør setir dagsskránna, tá tað kemur til húsaprísir í Tórshavnar kommunu.