Definitivt liðugt við Defender

 

Fyrst í hesum árinum fór ein gamal kenningur í søguna. Tá framleiðslan av Land Rover Defender endaliga steðgaði tann 29. januar 2016, hevur bilurin verið á marknaðinum í tilsamans 68 ár.

 

Tað heila byrjaði á Rover bilverksmiðjuni í Solihull í Onglandi í 1945, tá hugskotið til Land Rover kom. Hetta var beint eftir seinna heimsbardaga, og bretska stjórnin stuðlaði bilverksmiðjunum í at framleiða bilar, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings, fyri at fáa útlendskan valuta.

 

Fyrsta prototypan var liðug í 1947, og í 1948 var Land Rover presenteraður fyri fyrstu ferð. Hetta var á Amsterdam Motor Show.

 

Tá framleiðslan síðan fór í gongd, vísti tað seg, at áhugin var sera stórur fyri einum slíkum 4-hjólsdrivnum akfari, serliga millum bóndur og skóghøggarar. Eftirspurningurin varð so stórur, at Land Rover eisini vórðu gjørdir upp á lisens í øðrum londum og seldir um allan  heim. Fyrstu árini fingust teir bert við bensinmotori, men longu í 1955 fingust teir eisini við dieselmotori.

 

Í dag fáast Land Rover í fleiri ymiskum í modellunum, sum t.d. Freelander, Discovery, Discovery Sport og Range Rover Evoque og Sport. Helst kemur onkur avloysari fyri Defender.