17 ára gamal skuldsettur fyri neyðtøku og dráp í Hjallerup

Ein 17 ára gamal drongur noktar seg sekan í ákæru um dráp, men viðgongu harðskap við deyða sum fylgju

 

Ein 17 ára gamal drongur er skuldsettur fyri neyðtøku og fyri at hava dripið eina 13 ára gamla gentu við at sláa hana.

Tað kom fram í grundlógaravhoyring í Rættinum í Hjørring nú seinnapartin.

Tann 13 ára gamla genta var í gjárkvøldið funnið illa særd í Hjallerup norðan fyri Aalborg í Danmark.

Tað var mamma gentuna, sum ringdi eftir hjálp, eftir at hon hevði funnið til illa skaddu gentuna nærindis eini hitastøð í Hjallerup.

Tá løgreglan kom á staðið, funnu tey særdu gentuna. Lív stóð ikki til at bjarga.

Tann 17 ára gamli noktar seg sekan í ákæru um dráp, men viðgongur seg sekan í harðskapi við deyða sum fylgju.

Tað upplýsir verjuadvokaturin hjá dreinginum.

 

Tað tann 17 ára gamli varð førdur inn í rættarsælin í rættinum í Hjøring, vóru hendurnar spentar fastar í eitt belti um miðjuna.

 

Ein løgreglumaður loysti hendurnar eftir umbøn frá verjanum.

 

Hann hugdi ørkymlaður kring í ølinum og sendi eitt nikk til ákæran í hinum endanum av hølinum.

 

Eftir at skuldsetingin varð lisin upp, bað verjin um stongdar dyr.

 

Tí ynskinum eftirlíka dómarin grundað á unga aldurin hjá gerningsmanninum og fyri kanningararbeiðið, sum er í gongd.

 

 

 

Stongdar hurðar merkja, at fjølmiðlarnir vórðu koyrdir á dyr.

/ritzau/