Fólkatingsvalið: Ein venjing hjá fleiri til løgtingsvalið

58 fólk, sum eru uppstillað á fólkatingsvalinum í dag, verða ikki vald.

 

Tað kunnu vit í øllum førum staðfesta alt fyri eitt. 60 fólk stilla upp, 24 kvinnur og 36 menn. Og fleiri vita væl, at tey ongan møguleika hava at verða vald. Og tað vit tveir av flokkunum eisini, sum stilla upp, Framsókn og Miðflokkurin.

Tá fólkatingsval er, so er spenningur millum fýra flokkar, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi – tí tað er ógvuliga sannlíkt, at tveir av hesum flokkum vinna sessirnar.

Kanningar siga, at tað verða Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum endurvinna sessirnar. Og eru kanningarnar eftirfarandi, so kann Sjúrður Skaale kenna seg tryggan at verða afturvaldur, tí hann var seinast yvir 2.500 atkvøður framman fyri nummar tvey á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Hjá Sambandsflokkinum er stórur spenningur um, hvør fer at draga longsta stráið, nú sitandi fólkatingsmaður, Edmund Joensen, ikki stillar upp – um tað verður ein av teimum garvaðu monnunum, ella um tað verður Anna Falkenberg, abbadóttir fráfarandi fólkatingsmannin, Edmund Joensen.

 

##med2##

Av royndum vita vit, at veljarakanningar ofta eru ógvuliga misvísandi, so fyri tað um tað sær so greitt út hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum at endurvinna sessirnar, so er tað als ikki so vist fyri tað, tí tað hava vit sæð áður.

Hinvegin so er eitt fólkatingsval mangan ein lopfjøl til Løgtingið. Fleiri valevni, sum stilla upp, vita væl, at tey ikki verða vald. Tey eru við fyri at fáa flokkinum atkvøður, og so verða tey samstundis vigað fyri at vita, um tey kanska hava ein kjans til løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður um júst 10 mánaðir í dag.

Á seinasta fólkatingsvali vóru fleiri fólk, ið ikki sótu í Løgtinginum, sum fingu góð úrslit, og sum helst hava fingið blóð á tonna. Vit kunnu taka nøkur dømi.

 

  • Uni Rasmussen, 827 atkvøður og nummar 1 hjá Fólkaflokkinum.
  • Christian Andreasen, 709 atkvøður og nummar 3 hjá Fólkaflokkinum
  • Beinir Johannesen, 677 atkvøður og nummar 5 hjá Fólkaflokkinum
  • Eyðdis Hartmann Niclasen, 303 atkvøður og nummar 6 hjá Sambandsflokkinum
  • Barbara Gaardlykke Apol, 392 atkvøður og nummar 3 hjá Javnaðarflokkinum
  • Djóni Nolsøe Joensen, 219 atkvøður og nummar 5 hjá Javnaðarflokkinum
  • Hervør Pálsdóttir, 227 atkvøður og nummar 7 hjá Tjóðveldi
  • Bjarni Kárason Petersen, 148 atkvøður og nummar 1 hjá Framsókn.

 

Hesi stillaðu øll upp til løgtingsvalið slakar tríggjar mánaðir seinni, uttan Barbara Gaardlykke Apol í Javnaðarflokkinum. Og av teimum sjey vórðu seks vald í Løgtingið. Eyðdis Hartmann Niclasen gjørdist nummar 11 hjá Sambandsflokkinum, og er fyrsta varafólk eftir tey trý, sum eru føst varafólk fyri landsstýrisfólkini.

Tað er tí er væl hugsandi, at onkur av teimum, sum verða frammalaga á listunum á valinum í dag verða at síggja í nýggja Løgtinginum.

 

##med3##