Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin hevur vunnið seg í Final Four í EHF European League.
Füchse Berlin ferðaðist til Fraklands við einum minni góðum útgangsstøði aftaná javnleik 33-33 á heimavølli móti franska liðnum, Nantes.
Men tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna ein greiðan 37-30 sigur á Nantes á útivølli, og harvið ein samlaðan 70-63 fjórðingsfinalusigur.
Hákun slapp at síggja garvaða lærumeistaran hjá sær, Hans Lindberg skjóta níggju mál upp á níggju málroyndir.
Hini liðini sum hava vunnið í seg Final Four í EHF European League eru liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, Rhein-Neckar Löwen og rumenska liðið, Dinamo Bukarest.
Sostatt eru trý av fýra liðum í Final Four úr Týsklandi.
Final Four verður leikt í Barclay Arena í Hamburg. Final Four verður leikt dagarnar, 25. og 26. maj.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Nantes-Füchse Berlin 30-37 (16-18):
##med2##