Sóttarhaldsreglur ein tikkandi bumba

Tað liggur sum ein tikkandi bumba undir sjúkrahúsunum, sigur læknafakligi varastjórin

Sum sóttarhaldsreglurnar eru nú, eru tær so strangar, at tað liggur sum ein tikkandi bumba undir teimum trimum sjúkrahúsunum. Tað er tí, at fær eitt fólk í einum húski koronu, skal alt húski í sóttarhald og nú vit hava omikron-variantin, sum smittar avbera illa, er tað skjótt, at sama húski kann verða sett í sóttarhald fleiri ferðir.

 

Tummas í Garði, læknafakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum sigu, at hetta er ein mannagongd, sum kann leggja heilar deildir á sjúkrahúsunum lamnar, akkurát, sum tað hendi stutt fyri jól, tá ið ein deild á Landssjúkrahúsinum varð lukkað.

 

Í løtuni eru eini 40 starvsfólk í sjúkrahúsverkinum í sóttarhaldi, men eru býtt sundur á øll sjúkrahúsini, og á fleiri deildir, so tað er ein støða,  tey hava tamarhald á.

 

Men tað liggur sum ein tikkandi bumba undir sjúkrahúsverkinum, tí tey kunnu koma í eina støðu aftur, sum tey komu í beint fyri jól, ella kanska verri.

 

– Vit kunnu koma í eina støðu har starvsfólk í stórum tali verða sett í sóttarhald í fleiri vikur, uttan at vera sjúk, sigur Tummas í Garði.

 

Tí umhugsa tey at seta mannagongdirnar, tey brúka í Danmark, í gildið her eisini. Tað merkir, at tað skal vera lagalaligari treytir fyri at koma til arbeiðis enn tað eru nú. Eftir reglunum í Danmark kunnu starvsfólk koma til arbeiðis á sjúkrahúsum undir ávísum treytum, hóast korona er staðfest í  húskinum hjá teimum. Eru tey koppsett, og ber tað til hjá teimum at halda seg fyri seg sjálvi, antin við at flyta í kjallaran, ella við at flyta út, ella okkurt líknandi, skulu tey framvegis kunna koma til arbeiðis, treytað av at tey verða kannað áðrenn tey koma til arbeiðis.

 

Tummas í Garði sigur, at á sjúkrahúsunum kunnu tey gera sínar egnu reglur um sóttarhald, sum ikki fylgja almennu tilmælunum hjá landslæknanum og hann sigur, at tað er væl hugsandi, at tað verður neyðugt at benda reglurnar eitt sindur fyri at tryggja, at sjúkrahúsini ikki verða løgd lamin.

 

Hann sigur, at starvsfólkini á sjúkrahúsunum hava havt tað avbera strævið hesi bæði seinastu árini tí tey hava koppsett og at tey hava tikið eitt ódnartak. Men hann ásannar eisini, at nú eru fólk troytt, so tað er ein spurningur, hvussu nógvar eykavaktir, tað ber til at leggja á tey.