Av 13 innsendum filmum vunnu seks vegin fram til Geytatiltakið, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í kvøld, og sum eisini hevur verið sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Og filmurin hjá Eir í Ólavstovu, Sálarhvøl, sum er um vinkonu hennara, Elin Josefinu Smith og sálarstøðu hennara. Hesin dokumentarfilmur hevur eisini verið sendur í sjónvarpinum.
Talan er um 10. Geytatiltak, og Eir í Ólavstovu fór við báðum vinningunum. Hon vann áskoðaravirðislønina - sum hesaferð var millum øll, sum atkvøddu í Sona appini, og ikki bara tey, sum vóru til staðar í Norðurlandahúsinum. Men hon vann eisini Geytavirðislønina, sum ein dómsnevnd tekur støðu til.
Geytavirðislønin er 40.000 krónur, og áskoðaravirðislønin er 30.000 krónur, so tilsamans fekk Eir í Ólavstovu 70.000 krónur við sær úr Norðurlandahúsinum í kvøld.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##