Nú føroyingar hava verið so óførir at ferðast í egnum landi, síðan koronu-farsóttin fór at gera um seg fyri góðum ári síðan, eru tað ikki øll, sum vita, at framúr góðir leigumøguleikar eru í Norðdepli. Talan er um fimm frítíðaríbúðir í einum stórum húsum, har ovara hæddin er nýbygd, og alt húsið er sett í stand til leiguendamál. Tað er Irdi Jacobsen, sum eigur og rekur hetta virksemið í Norðdepli, og tað var í 2010, at hon og maðurin keyptu bygningin.
Upprunaliga var hetta ein snikkaraverkstaður, bygdur í áttatiárunum, sum eisini hevur verið brúktur til ymisk onnur endamál. Árini 2018 til 2020 hevur verið bygt oman á fyrrverandi verkstaðin, soleiðis at stóru húsini nú rúma fimm snotuligum frítíðaríbúðum. Tvær av íbúðunum hava tvey kømur, ein hevur trý, og síðan hava tvær íbúðir eitt kamar - við øllum hentleikum, sum hoyra einari nútímans íbúð til.
Irdi Jacobsen vísir á, at íbúðirnar kunnu leigast hvør sær ella allar undir einum - alt eftir, hvør tørvurin er. Hon vísir á, at tað er so vanligt í dag, at heilar familjur ella bólkar ferðast saman, og tí hevur tað ikki verið so sjáldan, at allar íbúðirnar hava verið leigaðar út undir einum. Hon plagar at siga, at pláss er fyri tilsamans 35 fólkum í øllum húsinum.
Sølunavnið til íbúðirnar í Norðdepli er Lokk-Inn Apartments, og soleiðis kallast eisini Facebook-síðan hjá lítlu fyritøkuni. Irdi Jacobsen sigur, at hon skrivaði út eina lítla navnakapping á sínari egnu Facebook-síðu, og her fekk hon fleiri uppskot um navn. Navnið Lokk-Inn stavar frá fjallinum oman fyri Norðdepli, Lokkin, og hon helt hetta uppskotið vera gott. Endanavnið Apartments merkir so, at her eru íbúðir, sum kunnu leigast, sigur eigarin.
Um onkur heldur seg hava hoyrt navnið Irdi Jacobsen áður, var hon eitt skifti eftir kommunuvalið í 2016 borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Í fleiri ár undirvísti hon á miðnámsskúlanum á Kambsdali, og í dag er hon fíggjarleiðari í fyritøkuni Faroe Origin í Saltangará, sum rekur skip og virkir.
Tað var um hesa tíðina í fjør, at tær fimm íbúðirnar hjá Lokk-Inn Apartments stóðu lidnar og klárar at leiga út, og her vísti tað seg beinanvegin at vera eftirspurningur, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hon legði íbúðirnar út á booking.com, sum er ein altjóða pallur við leigumøguleikum, og her var beinanvegin áhugi uttanlands. Men, soleiðis sum støðan bleiv við koronu í fjør vár, komu eisini skjótt fleiri avlýsingar.
Irdi Jacobsen vísir á, at sum summarið leið, og Føroyar vóru lítið fongdar við koronu, hevði hon fleiri útlendskar gestir í Norðdepli, bæði familjur við børnum, ung, tilkomin og eldri, og hetta var serliga í august/ september í fjør. Her vóru serliga danir og týskarar, men eisini fransmenn, spaniólar, italienarar og onnur.
Irdi Jacobsen sigur, at føroyingar vóru óførir at ferðast í egnum landi í 2020, og longu í mai mánaði í fjør byrjaðu føroyingar at koma. Av teimum, sum leigaðu frítíðaríbúð í Norðdepli í 2020, vóru helst eini 80 prosent føroyingar.
- Men, tað var ikki bara í fjør summar og fjør heyst, at føroyingar vitjaðu í Norðdepli. Eisini í vetur og higartil í vár hava fólk verið ófør at leigað seg inn her hjá okkum, og tað er sera hugaligt, nú vit hava hetta virksemi í bygdini, sigur Irdi Jacobsen.
##med2##
Hon vísir á, at fólk eru farin sera væl um húsið og íbúðirnar, síðan hon byrjaði at leiga út, og hon hevur eink sum helst at seta fingurin á.
- Her eru bestu umstøður, og vit hava eisini ein nútímans hitapott til átta fólk við øllum møguleikum. Tað eru serliga føroyingar, sum brúka hitapottin, meðan útlendingar leggja ikki so nógv í hann. Í íbúðunum havi eg liggjandi ein faldara við ymisum hugskotum um, hvat fólk kunnu taka sær fyri her í økinum.
Tá tú leigar íbúð hjá Lokk-Inn Apartments, skalt tú hvørki hava seingjarklæði ella handklæði við tær.
- Vit hava eina reingerðarfyritøku, sum ger reint og sum vaskar seingjarklæði og handklæði fyri okkum, soleiðis at alt er reint og nossligt, tá fólk koma. Eg haldi, tað hevur týdning, at fólk, sum leiga íbúð hjá okkum, vita, at alt er reint, og at einki verður drigið inn í íbúðirnar uttanífrá, sigur Irdi Jacobsen.