Og tað er nú uppaftur tættari millum reyða og bláa vong. Tey reyðu standa til 80 sessir, og tey bláu standa til 79 sessir. 90 skulu til fyri at finna ein meiriluta, og har ímillum stendur Løkke við 16 sessum í nýggja Fólkatinginum, sambært forsøgnini sum byggir á sløk 20 prosent av atkvøðunum.
Tað eru stórar broytingar í Fólkatinginum. Eitt nú er tað Vinstri, sum missir 9,5 prosent, Danski Fólkaflokkur, sum missur 5,8 prosent og so tey Radikalu, sum eru orsøkin til, at valið varð skrivað út, sum missa 5,2 prosent. Tey Radikalu hava havt eitt sera ring væl, tey fara sambært forsøgnini úr 16 niður í 6 tingsessir.
##med2##
##med3##