Hon fær virðislønina fyri sálarheilsu í ár

Hon hevur latið eina hurð upp, sum í nógv ár, bara hevur staðið upp á klemm

Altjóða Sálarheilsudagin, sum var í gjár, handaði Sinnisbati ársins sálarheilsuvirðisløn. Hetta er fimtu ferð, at hendan virðislønin verður latn og endamálið er, at heiðra onkran, sum, á ein serligan hátt, hevur varpað ljós á sálarheilsu.

 

Og í ár var tað Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, sum fekk heiðurslønina og hon fær virðislønina fyri filmin, Ábyrgd, sum er um at vera avvarðand hjá einum sinnissjúkum.

 

Dómsnevndin sigur, at við hesum filminum varpar hon ljós á eitt evni, sum framvegis tað framvegis er nógv tøgn um. Men Katrin Joensen-Næs er við til at bróta tøgnina og at fáa fólk at hugsa um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at tí, at vera avvarðandi at einum menniskja, ein eru góður við.

 

Í frásagnum um lívið við sinnsligari sjúku, verður leikluturin hjá tí avvarðandi ofta lýstur sum ein hjáleiklutur, men í hesum filminum dregir Katrin myndatólið ímóti tí avvarðandi, sum kann føla seg bæði máttleysan og ráðaleysan. Í filminum gevur Katrin tí avvarðandi eina rødd, og hon gevur rúmd fyri teimum kenslum ið kunnu biltast í einum, tá ein, ein er góður við, líður av álvarsligari sinnisligari sjúku, bæði einsemi, vreiði og sorg - samstundis sum hon alla tíðina lýsir eisini lýsir treytaleysan kærleika, gleði og vón.

 

– Katrin Joensen-Næs hevur latið eina hurð upp, sum í mong ár einans hevur staðið upp á klemm. Hon, og nakrir av okkara fremstu sjónleikarum, hava skapa eina sannføra mynd av, hvussu tað kann følast at vera avvarðandi, sigur dómsnevndin hjá Sinnisbata.

 

Tí verður hon heiðrað fyri dirvið og hennara ágrýtni, og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning, leggur dómsnevndin afturat.