Tað er Theresa Turidardóttir Kreutzmann, ið er stjóri á Hotel Bakkanum í Vági, sum eisini rekur Bakkin Steakhouse. Á hotellinum er góður og nútímans køkur, og Bakkin Steakhouse letur vanliga upp klokkan 18. Vanliga er køkurin opin til klokkan 21, men hetta avhongur av, hvør tørvurin er.
Bakkin Steakhouse hevur fingið góðar afturmeldingar um fantastiska matin, sum hotellið borðreiðir við. Á Bakkanum er eisini skeinking, og á hotellinum hava tey ikki minst lagt seg eftir góðum víni og øðrum góðum drykkjuvørum.
Á Hotel Bakkanum eru 12 kømur, harav 10 eru dupultkømur. - Vit hava eisini fingið nógvar góðar afturmeldingar um morgunmatin hjá okkum, sum fólk lata sera væl av, sigur stjórin, Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Stjórin vísir á, at rættiliga nógv hevur verið at gera á Hotel Bakkanum í longri tíð, og nú summarið stundar til, vænta tey, at tað verður enn meira at takast við.
- Seinastu tveir mánaðirnar hava vit havt fult hús at kalla hvørt vikuskifti, og í nógvum førum er talan um bólkar ella feløg av ymiskum slagi, sum leiga øll kømrini undir einum. Hetta er alt frá bindiklubbum til ítróttarfeløg ella arbeiðspláss, sum bjóða sínum starvsfólki út at ferðast.
Hon vísir á, at tá Dansibandsfestivalur herfyri var í Vági, var alt hotellið, sum rímiligt er, fullsett, og soleiðis hevur tað verið at kalla hvørt vikuskifti í einar tveir mánaðir.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann heldur tað vera sera hugaligt, at føroyingar eru vorðnir so óførir at ferðast í egnum landi, tí hetta skapar virksemi, og virksemi ger aftur, at tørvur verður á ymiskum tænastum.
Hon sigur, at tey eisini hava havt arbeiðsfólk búgvandi á hotellinum yvir eina longri tíð. - Jú, hetta er ordiliga spennandi, og eg má siga, at tað er ikki trupult at reka slíkt virksemi, soleiðis sum eftirspurningurin eftir tænastum er í løtuni, og hetta fegnast hotelstjórin um.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann sigur, at Hotel Bakkin kann veita ymiskar tænastur, og ein av tænastunum er, at tey fegin smyrja matpakkar, bæði til fólk, sum skulu til arbeiðis - ella fólk, sum hava hug at fara á flot ella ein gongutúr og annars hava hug at hava ein matpakka við sær.
- Bakkin Steakhouse ger eisini mat, sum fólk kunnu taka heim við, og í aðrar mátar ber til at bíleggja borð, sigur stjórin sum vísir á báðar Facebook-síðurnar hjá hotellinum, Hotel Bakkin og Bakkin Steakhouse.