Tað er eingin møguleiki fyri, at uppskotið hjá Tjóðveldi um at avtaka donsku ríkisveitingina til Føroyar, verður samtykt. Tað er greitt, nú fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at avtaka ríkisveitingina so líðandi so at hon er heilt burtur í 2030.
Men tað er ein stórur meiriluti í Løgtingum í móti. Í fíggjarnevndini halda umboðini fyri samgonguna, umframt Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrið, at hetta hava vit ikki ráð til.
– Tilsamans verða inntøkurnar hjá landskassanum mettar at verða knappar 6,3 milliardir næsta ár og tá er ríkisveitingin tald við. Sostatt er ríkisveitingin 10,2 prosent av inntøkunum hjá landskassanum, siga tey.
- Verður ríkisveitingin minkað niður í einki upp á sjey ár svarar tað til at innøkurnar hjá landskassanum minka góðar 90 milliónir um árið, uttan at seta nakað ístaðin, leggja tey afturat.
Tey vísa á, at vit byggja alsamt samfelagið út. Serliga standa stórar útbyggingar fyri framman á samferðsluøkinum, og vælferðartænasturnar krevja alsamt meira fíggjarorku, serliga á heilsu-, almanna- og mentanarøkjunum.
Sjálvt um eldraøkið er lagt út til kommunurnar, fer eldrabylgjan eisini at leggja trýst á útreiðslurnar hjá landskassanum í framtíðini. Tað er ein sannroynd, at talið á eldri fer at økjast munandi, samstundis sum miðalaldurin fer at hækka. Í hesum sambandi hevur fíggjarnevndin fingið upplýst, at um 20 ár verður talið av fólki, sum eru yvir 80 ár, tvífaldað og tað fer at føra øktar útreiðslur við sær til viðgerð og røkt.
– Skulu kunna bjóða okkara borgarum tær bestu tænasturnar, er tað ein fortreyt, at inntøkugrundarlagið ikki versnar munandi, sum hetta uppskotið annars leggur upp til, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.
Tí taka tey ikki undir við uppskotinum - men annars halda tey, at vit skulu altíð arbeiða fram ímóti, at føroyski búskapurin skal vera sjálvberandi, so at vit við tíðini verða óheft av ríkisveitingini.