Í dag fyllir trúnarvingurin í Danmark, Christian prinsur, 18 ár. Tað verður hátíðarhildið í Danmark.
Á middegi steig hann út á svalan á Frederik VIIIs Palæ á Amalienborg Slotti saman við familju síni, meðan fleiri túsund fólk fagnaðu honum á slotstorginum.
Seinni í dag verður stór veitsla á Christiansborg Slotti, har 200 18 ára gomul úr øllum ríkinum eru boðin við, eins og ung listafólk og ítróttarfólk. Margreta drotning er vertur.
Úr Føroyum eru fimm ung fólk við: Emma Bech Christiansen á Argjum og Andrias Garðsá í Havn, sum komu við í lutakasti, sum Løgmansskrivstovan skipaði fyri. Harumframt eru eisini boðin við hondbóltsúrmælingurin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, fimleikaúrmælingurin Astrið Nanly Breckmann og tónleikaúrmælingurin Andreas Haraldson Blåsvær.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##