Tunlarnir Norður um Fjall eru stongdir

Tað tekur eina løtu, áðrenn latið verður upp aftur fyri ferðslu

Tunnlarnir Norður um Fjall blivu stongdir fyri allari ferðslu klokkan 15:45.

 

Orsøkin er umvælingararbeiði í sambandi við kaðalslit.

 

– Umvælingin væntast at taka umleið 2-3 tímar. Vit harmast um stutta skotbráðið, skrivar løgreglan á Facebook.

 

Dagføring kl. 18:55: Nú er aftur koyrandi gjøgnum tunlarnar.

 

– Verið tó sera varin, tá koyrt verður framvið sunnara enda av Árnafjarðartunnilin, tí arbeitt verður stutt frá munnanum, sigur løgreglan.

 

Les eisini: Einki telefon- og internetsamband í nøkrum bygdum