Tey vilja fegin hjálpa landsstýrismanninum

Tað er ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin umaftur, sigur dagligi leiðarin á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

Myndin er frá eini venjing

Í nógv ár hevur tað verið eitt tað fremsta ynskið hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, at vit fáa eina serliga skaðanevnd, sum skal kanna øll álvarslig ferðsluóhapp, og allar ferðsluvanlukkur, út í æsir fyri at fáa greiði á, akkurát hví tað hendi. Endamálið er at fyribyrgja, at tað skal henda eina ferð afturat.

 

Men hetta ynskið er ongantíð gingið á møti og heldur ikki nú, Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, hevur reist málið á tingi, vil løgmaður lova nakað. Løgmaður sigur at tað verður umhugsað at kanna nærri, hvør tørvurin er á eini skaðanevnd , og hvussu eitt tílíkt arbeiðið kann verða skipað.

 

– Hendan bóltin eru vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fús at lofta og vit vilja fegin taka hetta málið upp við landsstýrið skjótast gjørligt, sigur Lovisa Glerfoss Petersen, dagligi leiðarin á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, í eini viðmerking.

 

Hon sigur, at tey hava boð uppá, hvussu eitt tílíkt arbeiði kann skipast, tí øll okkara grannalond hava langt síðani sett eina skaðanevnd, og tey hava drúgvar royndir í at skipa eitt slíkt arbeiði. Tað er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin eina ferð afturat og royndirnar hjá øðrum kunnu lættliga lagast til føroysk viðursktir, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

 

Tá ið vanlukkur henda nú, kannar Akstovan bilin, Landsverk kannar vegin og løgreglan kannar, hvat hendi. Men kjarnin í eini skaðanevnd er nettupp, at kanningararbeiðið verður samskipað og at úrslitið verður samlað á einum stað fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni. Tað er orsøkin til at Ráðið fyri Ferðslutrygd, ferð eftir ferð, vísir á, at tað er altavgerðandi at fáa eina skaðanevnd,  sigur dagligi leiðarin.

 

Myndin er frá eini venjing