Gleðiligan “Bitcoin 100.000 $” dag, øll somul!
Hetta skrivar bitcoin-milliarderurin, Niklas Nikolajsen, nú seinnapartin í dag.
Tað skrivar hann í sambandi við, at virðið á talgilda gjaldoyranum bitcoin í nátt fór upp um 100.000 dollarar fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Niklas Nikolajsen er langabbasonur stórkeypmannin og reiðaran í Klaksvík, J. F. Kjølbro, og býr í dag í Sveis, har hann í mong ár hevur rikið sína krypto-fyritøku, Bitcoin Suisse.
Hálvføroyski ríkmaðurin keypti sína fyrstu Bitcoin í 2011, tá tær kostaðu undir ein dollara stykki, og hann hevur síðan tá áhaldandi sagt, at virðið á Bitcoin fer at blíva enn størri.
Í dag skrivar hann soleiðis á Facebook:
– Eg fari at spara tykkum fyri viðmerkingum sum “eg segði tað jú!”. Eg havi sagt tað aftur og aftur alment fleiri ferðir. Men í staðin fara eg og familja mín at ynskja øðrum Bitcoin-eigarum og entusiastum stórt tillukku!
– Til øll onnur, nei - tað er ikki ov seint at keypa eitt sindur av Bitcoin. Eg fari, uttan skomm, at spáa um, at vit innan 5 ella 6 ár fara at seta enn eitt null aftanfyri dollaraprísin av Bitcoin, sigur hann.
Altso vísandi til, at hann roknar við, at ein Bitcoin fer at kosta eina millión dollarar.
– Til øll tykkum, sum ikki vilja eiga nakað í Bitcoin, so er tað eisini heilt í lagi. Men sjálvt um tú einki eigur yvirhøvur, fert tú at varnast nógvar positivar avleiðingar av góðu gongdini hjá Bitcoin. Tað kann eg garantera, sigur Niklas Nikolajsen.
LES EISINI: Hugin er vónríkur um Bitcoin: – Hetta er enn bara byrjanin