Tað var Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum setti Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um skattalætta og lønarlyft hjá lágløntum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør var inntøkan hjá hesum bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. august 2023 og hvussu nógv høvdu tey eftir aftaná skatt og føst gjøld:
- Ófaklært krambafólk, lønt eftir sáttmála ml. Samverk (S&K) og Føroya Arbeiðsgevarafelag í lønarbólki 2
- Arbeiðari, sum fær fasta mánaðarløn eftir sáttmála ml. Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Heilsuhjálpari løntur eftir sáttmála ml. Heilsuhjálparafelagið og KAF
- Heilsurøktari løntur eftir sáttmála ml. Heilsurøktarafelagið og FMR
2. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2024, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt?
3. Hvør verður inntøkan hjá omanfyri nevndu bólkum í fulltíðarstarvi og á hægsta lønarstigi 1. januar 2025, og hvussu nógv hava tey eftir aftaná skatt?
Í svarinum sigur landsstýriskvinna, at ávis fyrivarni og viðmerkingar eru til tølini, tí ymisk viðurskifti eru ókend og aftur okkurt skal takast við í tulkingini av tølunum.
– Ítøkiliga verður spurt til lønirnar 1. august 2023, 1. januar 2024 og 1. januar 2025. Í sáttmálunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við Samverk og Føroya Arbeiðarafelag hækka lønirnar 1. mai 2023. Fyri sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum hækka lønirnar 1. oktober 2023 og aftur 1. januar 24, tá hesir bólkar fáa lønarlyft.
– Tann 1. august 2023 er ávikavist beint eftir og beint fyri lønarhækkingar,og tískil skulu samanberingar millum sáttmálarnar gerast við fyrivarni. Eingin av pørtunum hava gjørt sáttmála fyri 2025,og tí ber ikki til at svara,hvør lønin er 1. januar 2025.
Talva 1
##med2##
Talva 1 vísir mánaðarlønir á endastigi uttan viðbøtur, yvirtíð ella frítíðarískoytifyri hesar bólkar:
- Ófaklært krambafólk, lønt eftir sáttmála ml. Samverk (S&K) og Føroya Arbeiðsgevarafelag í lønarbólki 2
- Arbeiðari, sum fær fasta mánaðarløn eftir sáttmála ml. Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Heilsuhjálpari, sum erløntur eftir sáttmála ml. Heilsuhjálparafelagið og KAF
- Heilsurøktari, sum erløntur eftir sáttmála ml. Heilsurøktarafelagið og FMR
Harafturat skal fyrivarni takast fyri,at sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru normlønir, meðan tað á privata arbeiðsmarknaðinum eru minstulønir. Tað merkir, at lønirnar á privata arbeiðsmarknaðinum kunnu liggja omanfyri tað, sumstendur í sáttmálanum.
Skattur verður roknaður árliga, og tískil mugu mánaðarinntøkurnarroknast um til ársinntøkur. Av tí at eingin semja er gjørd fyri alt árið 2024 og 2025,so ber bert til at rokna inntøku fyri og eftir skatt fyri árið 2023.
Talva2
##med3##
Talva 2 vísirinntøkurfyri og eftir skatt og onnur gjøld. Í døminum verður goldin landsskattur, kommunuskatturá 19%, øll sosialgjøld umframt kringvarpsgjald.Ídøminum verður eingin kirkjuskattur goldin.
Samverk og FA hava sáttmálar til 1. mai 2024, meðan heilsuhjálparar og heilsurøktarar hava sáttmálar,sum ganga fram til 1. oktober2024. Partar av almenna arbeiðsmarknaðinum hava tó fyri stuttari tíð síðani gjørt sáttmálar, har lønirnar hækka 4,75% 1. oktober 2024, og sum eru galdandi eitt ár fram.
Fyri at geva ein mynd av, hvussu lønarhækkingar og skattabroytingar kunnu hugsast at ávirka í 2024 og 2025, eru tvey dømi í talvu 3 við inntøkum á 25.000 kr og 30.000 kr um mánaðin í 2023,og sum vaksa 4% um árið í 2024 og 2025.
Talva 4 vísir, hvussu nógv hesi fáa útgoldið um mánaðin árini 2023-2025. Í útrokningunum er hædd tikin fyri skattalættanum í 2024 og 2025, umframt at ALS-gjaldið lækkar úr 1% til 0,8% í 2024. Somuleiðis er hædd tikin fyri, at kringvarpsgjaldið eftir ætlan hækkar miðskeiðis 2024 og verður javnað 2% í 2025.
##med3##
– Við væntaðum lønarvøkstri og skattalætta kann roknast við, at áðurnevndu bólkar fáa millum 2.000 kr. og 2.500 kr. meira útgoldið mánaðarliga í 2025 í mun til í 2023.
– Heilsurøktarar og heilsuhjálparar fáa afturat vanliga lønarvøkstrinum og skattalættanumeitt lønarlyft, ið merkir um 800 kr. meira útgoldið um mánaðin, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.