Inter Milan: Eriksen hevur tað gott

Tað eru knapt tveir mánaðar síðani, at Eriksen small um í Parkini í EM dysti móti Finnlandi

 

Mikudagin var danska fótbóltsstjørnan, Christian Eriksen, og vitjaði venjingarmiðstøðina hjá italska fótbóltsfelagnum Inter. Boðini eru, at hann hevur tað gott, og at hann er í fínum formi. Miðvallarin hitti fótbóltsstjóran, venjaran, liðfelagar og onnur ið starvast kring fótbóltsfelagið. Sambært miðlafráboðanini, so er ein greið læknafaklig ætlan gjørd, sum Eriksen fylgir. Hon varð skipað av donskum læknum í Keypmannahavn, og fáa Inter støðugt boð um gongd hansara. Enn er óvist um Eriksen sleppur at spæla á hægsta støði aftur.

 

 

 

Tað eru knapt tveir mánaðar síðani, at Eriksen small um í Parkini í EM dysti móti Finnlandi.