Nú sigur danska fótbóltssambandið DBU, at fjepparrar av danska landsliðnum ikki sleppa við til dystin ímóti Føroyum í september.
Tað er UEFA, ið hevur tikið endaligu avgerðina um hetta. UEFA vil ikki hava, at fjepparar ferðast aftur og fram í HM-undankappingini í september.
– Vit eru sera hørm um støðuna. Vit høvdu glett okkum til at spæla í Havn. Vit harmast um alt hetta stríðið, sum hetta inniber fyri teir fjepparar, sum longu hava bókað sær ferð og hotell, sigur Anders Hagen frá DBU á heimasíðuni hjá DBU.