Mark Felt, fyrrverandi varastjóri í amerikonsku samveldisløgregluni FBI, er deyður, 95 ára gamal
Mark Felt gjørdist heimskendur fyri trimum árum síðani, tá tað kom fram, at tað var hann, sum avdúkaði sannleikan um Watergate-málið fyri tíðindamanninum Bob Woodward á sinni.
Í nógv ár bleiv gitt, hvør "Deep Throat", sum var dulnevnið á kelduni, var, og fleiri nøvn vóru frammi. Ikki fyrr enn í 2005 avdúkaði greinskrivarin John Connor í tíðarritinum Varity Fair, at tað var Mark Felt.
-Eg var tann, sum teir kallaðu Deep Throat, bleiv Mark Felt endurgivin fyri at siga. Seinni váttaðu Watergate-høvundarnir Bob Woodward og Carl Bernstein, at hetta vvar so.