Deco eisini skaddur

Barcelona mugu vera Deco fyri uttan

Barcelona høvdu ein keðiligan leygardag. Teir taptu 3-1 á útivølli móti Villarreal, og sum um tað ikki var nóg mikið, so fekk Deco ein skaða.

Deco fekk ein skaða í lærvøddan í øðrum hálvleiki, og tað hoyrist úr Spania, at tað mesta av einum mánaði gongur, áðrenn hann verður tøkur aftur.

Deco er tessvegna við til at økja um skadda katalonska klientellið, ið m.a. telur, Yaya Touré, Eto?o o.fl.