Decco Band vitja Rex

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vitjar væl umtókta Decco Band aftur í Rex.

Hetta man vera triðju ferð, at danski bólkurin spælir í Rex og higartil hava teir altíð verið sera væl móttiknir.

- Men tað er nú heldur ikki so løgið. Bólkurin spælir kendan, væl umtóktan rokktónleik, men hann ger sína egnu útseting av tónunum. Alt frá AC/DC til Britney Spears.

 

Sangarin hevur ein ráan og feitan stíl, sum klæðir tónleikinum sera væl.

 

Decco Band var einaferð boðsendur til Irak at framføra fyri 10.000 hermonnum og henda ferðin riggaði avbera væl, hóast ljóðanleggið næstan bráðnaði í nógva hitanum.

 

Ein smakkiroynd á tónleikinum hjá Decco Band kann hoyrast á www.decco.dk.