Nú fleiri spælarar mangla á føroyska landsliðnum til dystin ímóti Fraklandi hevur dúgliga verið gitt um, hvussu Jógvan Martin fer at stilla liðið til dystin í morgin.
Serliga í verjupartinum skal nýtt fólk á liðið, tí hvørki Óli Johannesen, Jákup á Borg ella Atli Danielsen verða við til dystin ímóti Fraklandi.
Og út frá venjingum hjá landsliðnum, so er nógv, sum bendir á, at tveir debutantar vera í byrjunaruppstillingini í morgin. Talan er um teir báðar NSÍ-verjuspælararnar, Einar Hansen og Óla Hansen. Líkt var til, at Einar skuldi byrja á vinstra bakki, meðan Óli skuldi vera í miðverjuni saman við Fróði Benjaminsen, meðan Jón Rói Jacobsen so bleiv fluttur út á høgra bakk.