Jákup Mikkelsen er tøkur, vinstra síðan er nýggj og Rógvi Baldvinsson er nýggjur maður í miðverjuni. Føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, segði við Rás2 fyri løtu síðan, at tað verða tríggjar broytingar á liðnum frá dystinum móti Norðurírlandi. Atli Gregersen er leikbannaður og í hansara stað kemur Rógvi Baldvinsson, sum spælur sín fyrsta A-landsdyst. Hinar báðar broytingarnar eru á vinstru síðu. Erling Jacobsen er ikki í hópinum, meðan Símun Samuelsen hevur ein minni skaða. Í teirra stað koma Einar T. Hansen úr NSÍ og Pól Jóhannus Justinussen úr íslendska felagnum Valur.
Føroyska liðið til í kvøld:
Jákup Mikkelsen
Jónas Tór Næs ? Jóhan T. Davidsen ? Rógvi Baldvinsson ? Einar T. Hansen
Hjalgrím Elttør ? Fróði Benjaminsen ? Daniel Udsen ? Pól Jóhannus Justinussen
Christian L. Holst
Jóan Símun Edmundsson
Dysturin byrjar kl 18:30 á Svangaskarði