Hóast talan var um lítið minniligan dyst fyri FCK í kvøld, tá teir á heimavølli taptu 5-1 móti Torino, so gjørdist dysturin í kvøld tó minniligur fyri ein leikara á vøllinum. Føroyski landsliðsleikarin Brandur Hendriksson fekk nevnliga í kvøld, sínar fyrstu minuttir í Europa League fyri danska stórfelagið.
Brandur kom á vøllin, tá 87 minuttir vóru leiktir. Tá var støðan longu 5-1 til útiliðið, Torino.
Sigast skal annars, at tvær støður í fyrra hálvleiki, spiltu spælið fyri FCK. FCK fekk nevnliga tvey beinleiðis reyð kort í fyrra hálvleiki. Tá 30 minuttir vóru farnir, fekk annar av miðverjunum, Mikael Antonsson beinleiðis reytt kort, og tá 40 minuttir vóru farnir, fekk hin miðverjin, Mathias Zanka Jørgensen eisini beinleiðis reytt kort. Støðan undan tey bæði reyðu kortini var annars 1-1.
Sostatt má FCK siga farvæl við europeiskan fótbólt á hesum sinni. Ístaðin fáa teir lagt fulla orku á Superliguna, har FCK er 8 stig aftanfyri oddaliðið, FC Midtjylland.