Debut til Betuel

Ungi og evnaríki føroyski leikarin, spældi í dag fyri fyrstu ferð á næstbesta liðnum hjá Silkeborg

Í Silkeborg í Danmark, eru tveir ungir og evnaríkir føroyskir leikarar, ið hava sína dagligu gongd. Ári Mohr Jónsson er annar, sum eisini hevur verið rundanum besta liðið hjá Silkeborg nakrar ferðir. Hin føroyingurin eitur Betuel Hansen, og er eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti.

 

Betuel Hansen flutti niður at spæla við Silkeborg á sumri í 2013, men var so óheppin í byrjanini, at hann gjørdist álvarsliga skaddur í knænum.

 

Betuel er nú komin fyri seg eftir skaðan, og í dag spældi hann fyri fyrstu ferð fyri eykaliðið hjá Silkeborg, tá teir á útivølli spældu 2-2 móti FC Nordsjælland. Betuel Hansen var á vøllinum í 88 minuttir fyri Silkeborg, áðrenn hann bleiv útskiftur.

 

Betul Hansen sigur við in.fo, at talan er um góða kenslu, at vera komin fyri seg so væl, eftir at alt sá meira svart út fyri einum ári síðani.

 

-       Eg havi arbeitt hart fyri at hava vunnið mær pláss á U-19 liðnum hjá Silkeborg, so eg hevði ikki roknað við at eg longu skuldi fáa mín fyrsta dyst fyri eykaliðið.

 

-       Tað sá alt eitt sindur svart út fyri einum ári síðani, men í løtuni føli eg, at tað gongur væl hjá mær. Eg føli eisini nú, at eg eri komin orduliga fyri meg, eftir langa knæskaðan.

 

Betuel Hansen, sum fyri 10 døgum síðani fylti 18 ár, hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í NSÍ.