Eftir at hava virkað í eini seks ár hevur kamarkórið Tarira nú givið eina fløgu út. Talan er um fløguna ”Døgg”, ið umfatar norðurlendskan kórtónleik úr hesi og farnu øld. Føroyski tónleikurin fyllir sum vera man mest við verkum efter Paula í Sandagerði, Palla Hansen, Bjarna Restorff, Kára Bæk, Unn Patursson og kórleiðarnum sjálvum, Sunleifi Rasmussen.
Millum tey bestu
Sigast skal beinanvegin, at vit her hava eina fløgu, sum telist millum tær bestu í føroyskum høpi. Tónleikalistarliga er hon sera áhugaverd, tí innihaldið er umboðandi tað nýggjasta, ið er skrivað av føroyskum kórtónleiki. Konseptið "Nýggjari norðurlendskur kórtónleikur" er nógv brúkt, og er tað eitt ótal av norðurlendskum kórum, sum leggja seg eftir at syngja júst norðurlendskan kórlyrik. Tí eru tey føroysku verkini tey mest áhugaverdu á fløguni.
Tónleikurin á fløguni er til tíðir sera krevjandi sangteknisk, men mær tykir, at kórið í høvðusheitum kemur væl frá uppgávuni.
Kórið hevur eftir mínum tykki ment seg nógv hesi seks árini og er avgjørt ein umráðandi partur av menningini av føroyskum kórtónleiki sum heild. Kórið er avgjørt samansett av bestu sangararum í landinum, umframt at kórleiðarin eisini má roknast sum ein tann dugnaligasti her á landi.
Ymsir klangmøguleikar
Samlað klingar kórið væl, men samklangur væntar til tíðir í einstøku stemmubólkunum. Sopranbólkurin ber brá av ov nógvum individuellum eyðkennum, og til tíðir syngja soprananir nóg so hart í mun til restina av kórinum. Eitt dømi um hetta er í verkinum hjá Holmboe ”Vem är du”, har sigast kann, at soprananir "yvirsyngja". Tenoranir hava til tíðir ein eitt sindur spentan klang, og arbeitt eigur at verið við at fáa lagt klangin longur fram í munnin. Eitt dømi um hetta er í byrjanini í ”Mørkret taler til den blommande busken”.
Hinvegin, so fáa vit høvi at hoyra kórið í nógvum ymiskum klangmøguleikum í ”Pater Noster” hjá Bjarna Restorff. Verkið er skrivað fyri dupultkór, og hetta gevur rúm fyri einum spinklari klangi - hetta tí at kórið verður deilt í tvey, og hetta haldi eg, at kórið kemur sera væl frá.
Framførslan av verkinum ”Mørkret taler til den blommande busken” hjá Palla Hansen hevði verið betur, um arbeitt hevði verið við at einsrætta klangin, so at kvinnunar og menninir í veksilsanginum ikki høvdu kappsungið, men sungið meira saman.
Frálík debutútgáva
Kórið hevur ein máttmiklan klang og ljóðar sera væl í teimum stóru fortissimo støðunum. Hetta ger seg eitt nú galdandi í máttmikla verkinum hjá svenska tónasmiðinum Sven-David Sandstrøm ”En ny himmel och en ny jord”. Tó at tað í støðum ikki er heilt reint, so er hendan upptøkan at rokna sum ein tann besta, eg havi hoyrt, eitt føroyskt kór sungið.
Ynskiligt hevði verið, um kórið eisini dugdi at syngja spakuligt og inniligt. Frálíki sangurin ”Glitra” við tónleiki eftir Unn Patursson er eitt dømi um, at kórið simpelthen syngur ov hart og ov mekaniskt, tí bæði tónleikur og tekstur leggja upp til ein inniligan og friðsaman sang.
Tá hettta er sagt, er tó eingin ivi um, at hetta er ein fløga á sera høgum støði og ein frálík debutútgáva hjá besta kórinum í Føroyum.