Deadliest Catch vitjaði JT electric

- Tað var stuttligt at hitta ein av sjómonnunum úr kendu sendirøðini, Deadliest Catch, men hetta var meiri sum at hitta eina poppstjørnu enn ein fiskimann. Tá fyritøkan JT electric á Kambsdali í november var við á framsýningini Pacific Marine Expo í Seattle, hevði felagið bás saman við amerikanska felagnum, Harris Electric, ið er ein umleið sjeyti ára gomul fyritøka á sínum øki í USA.

Orsøkin til, at hesi bæði feløguni vóru á bási saman, er, at Harris Electric umboðar trolkameraið hjá JT electric í økinum og veitir neyðuga tænastu í hesum sambandi.

Á framsýningini í Seattle legði JT electric serligan dent á trolkameraið, sum felagið hevur ment og hevur selt, bæði í Evropa og USA.

Ein av størstu kundunum hjá JT electric er nevniliga American Seafood Compagny, sum hevur keypt og bílagt fimm trolkamera.

Rúni Petersen, sum er verkætlanarleiðari og stendur fyri søluni av trolkameranum, var saman við Sofusi Gregersen, marknaðarleiðara hjá JT electric, á framsýningini í Seattle.

Ein av døgunum fingu teir vitjan av einum kendu andliti, nevniliga einum av sjómonnunum, sum eru við í kendu og vælumtóktu sendirøðini á Discovery, Deadliest Catch.

Rúni Petersen er avmyndaður saman við Matt Bradley, sum er við krabbabátinum Northwestern og kenda skiparanum, Sig Hansen.

- Eg skilti, at Matt Bradley og menninir aftanfyri Harris Electric kendust og at skipið, hann er við, hevur Harris sum veitara. So, hvør veit? Kanska verður tað einaferð eitt trolkamera frá JT electric umborð hjá teimum.

Hann sigur, at teir prátaðu ikki tað heilt stóra saman.

- Men tað var kortini stuttligt at hitta ein av hesum sjómonnunum úr kendu sendirøðini.