Herfyri luttók fyritøkan á Kambsdali - JT electric - fyri fjórðu ferð á fiskivinnuframsýningini Pacific Marine Expo í Seattle. Meðan stevnan var, vitjaði Sig Hansen, ein av kendu skiparunum úr Discovery-sendirøðini - Deadliest Catch - á básinum.
- Jú, tað var hugnaligt at hava hann á básinum. Ein hjálparmaður var eisini við honum. Sig Hansen segði, at teir hava undirskrivað Deadliest Catch-sendingar við Discovery yvir fýra ár aftrat. Meðan Sig vitjaði, segði hann, at hann fór at tosa við sjónvarpsstøðina um møguleikan at hava okkara trolkamera live við í sendirøðini.
Rúni Petersen, søluleiðari hjá JT electric, vísir á, at sjálvandi er ivasamt, um nakað verður av hesum, men her høvdu ymiskir nýggir møguleikar verið hjá teimum, sum veiða krabba - og eisini hjá mongu hyggjarunum, sum sendingin hevur á Discovery.
- Trolkameraið, sum nú eisini verður tráleyst, hevði sjálvandi havt sín týdning í veiðini, soleiðis at skipari og manning sóu havbotnin. Í aðrar mátar hevði eisini borið til hjá hyggjarum at sæð, hvussu krabbin gongur inn í rúsurnar, meðan tær standa.
Rúni Petersen sigur, at JT electric seinnu árini hevur selt 13 komplettar skipanir við trolkarmeranum í økinum, har Pacific Marine Expo verður hildin - og í USA annars.
- Tað nýggjasta við trolkameranum er, at eitt skip hjá Royal Greenland í løtuni ger royndir við tráleysum trolkamera, og tað eru nógv skip og reiðarí, sum bíða eftir, at vit fara at marknaðarføra tráleysu skipanina, sigur søluleiðarin hjá JT electric.
Myndin er av Rúna Petersen hjá JT electric og Sig Hansen, skipara á einum av krabbabátunum í vælumtóktu sendirøðini á Discovery - Deadliest Catch.