Vit avgera tað sjálvi, seta vit okkum í kvøld at hyggja í opiumskassan, at fylgja við í dagliga lívinum hjá føroysku forsetisfrúuni, meðan revurin etur høsnini og eggini, ella velja vit at fara út í høsnagarðin at verja borg. Valið er okkara.?Síðstu ferð gekk ikki ov væl. Vit mistu 3,5 milliardir eittkrónu egg, og 7000 høsn flýddu knokkroytt av landinum. Tá vóru vit vánaligir verjar. Vit tagdu og lótu standa til. Syndarligt!!!?Men hesaferð hava vit møguleikan at bera eitt sindur í bøtuflaka, at vinna eitt sindur av tygnini aftur, at vinna rættin aftur at hyggja inn í eyguni á børnum okkara, og siga við tey, at vit stríddust tað besta vit kundu fyri framtíð teirra.?Men tað er at samlast skjótt. Latið frumskógartrummurnar látu um geilarnar. Saman standa vit sterk. Gloymi floksmørk, gloymið gamalt agg, hetta hevur ov stóran týðning, smákeglið má bíða. Vit borgarin eiga hetta landið, politikarar eru valdir at tæna okkum, ikki at stýra okkum. Vit eiga alt valdið. Og tá ið órætturin gerst ov stórur, eiga vit amboðið, ið eitur sivilt ólýdni. Tað kann eingin taka frá okkum, eingin lógartekstur, einki annað vald.?So taki stýrisvølin beinan vegin góðu landsmenn og góðu landskvinnur, í morgin er ov seint, tá eru vit grunnsigld.?Ikki einaferð enn!!!