de Villepin fríkendur

Ein dómstólur í París fríkendi í gjár fyrrverandi franska forsætisráðharran Dominique de Villepin fyri at hava staðið fyri einari útspillingarherferð ímóti táverandi innanríkisráðharranum og núverandi forsetanum, Nicolas Sarkozy.

Málið byrjaði í 2004. Ákæruvaldið vildi vera við, at Dominique de Villepin hevði roynt at seta saman søgur um, at Sarkozy var sekur í korrupsjón. Endamálið var atr forða fyri, at Sarkozy skuldi vinna forsetavalið í 2007.

de Villepin hevur alla tíðina víst ákæruni frá sær, og í gjár kom dómstólurin til somu niðurstøðu.