De Gea nærkast Real Madrid

Málverjin hjá Manchester United er í løtuni í samráðingum við Real Madrid.

Nógv hevur verið gitt um málverjan hjá Manchester United, David de Gea, hvørs hann skal verða verandi í felagnum ella skifta til Real Madrid, sum leingi hevur verið ávegis.


Júst nú bendir nógv á, at hann fer til Real Madrid. Sponsku bløðini, Marca og AS, skriva bæði, at David de Gea í løtuni er í Madrid og leggur seinastu hond á ein sáttmála við felagið.


24 ára gamli David de Gea hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Manchester United, og bløðini vænta, at Real Madrid skal gjalda í minsta lagi 225 mió. kr. fyri hann.


Flytingargluggin í sponskum fótbólti letur aftur á midnátt.