Kappingarárið hjá Manchester United byrjar leygardagin, tá ið United á heimavølli tekur ímóti Tottenham í fyrsta leikumfari av Premier League.
Hóast spanski málverjin, David de Gea, óivað var besti leikari hjá United í síðsta kappingarári, so er óvist um tað verður hann, ið sleppur at verja málið leygardagin. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar.
Tað er ongin loyna, at de Gea helst vil sleppa heim til Madrid at spæla fótbólt, og hetta sær Louis van Gaal sum ein trupulleika. Millum annað bleiv de Gea útskiftur í hálvleikinum í venjingardysti ímóti PSG herfyri.
Argentinski landsliðsmálverjin, Sergio Romero, varð keyptur til United fyrr í summar, so spennandi verður at síggja, hvør verjir málið hjá Manchester United leygardagin, tá ið Premier League 2015/2016 fer av bakkastokki.