Ein av heitu transfer-søgunum í Onglandi hevur í eina tíð verið, at Manchester United vil hava fatur á Gareth Bale í royndunum at byggja eitt nýtt meistaralið upp á Old Trafford.
Bale kom til Real Madrid fyri hálvumøðrum síðani, og við málum í eitt nú sponsku steypafinaluni, Champions League-finaluni og í finaluni í HM-kappingini fyri lið hevur hann avgjørt víst, at hann er ein spælari, sum dugir kynstrið at gera um seg, tá mest stendur á.
Real Madrid í sínum lag er í holt ið finna mannin, sum skal avloysa Iker Casillas, tá hesin gevst í málinum, og har er David ee Gea eitt upplagt boð. 24 ára gamli málverjin kom til Old Trafford í 2011, og eftir eina heldur trilvandi byrjan, hevur hann seinasta góða árið víst satt stórspæl.
Spurningurin er sjálvandi, um handilin yvir høvur verður av nøkrum, men bæði í Spania og Onglandi meta miðlarnir, at tað eru hampulig sannlíkindi fyri hesum.









