De Gea er heimsins besti málverji

Tað sigur Wayne Rooney um David De Gea, sum Real Madrid nú eisini vil hava

24 ára gamli David De Gea hevur verið stóra hetjan hjá Manchester United seinastu tíðina. Um vikuskiftið spældi spaniólin aftur framúr væl, tá Manchester United vann 3-0 á Liveprool á Old Trafford.

 

- Eg haldi at hann er besti málverjin í heiminum. Til venjing skjýtur tú eitt skot og ert vísur í, at tú hevur skorað, men tá tú vendir tað, so hevur hann onkursvegna bjargað, sigur Wayne Rooney.

 

David De Gea hevði tað ikki so lætt fyrsta árið, hann var í enskum fótbólti, men við tíðini hevur hann prógvað, at tað vær rætt at brúka 170 milliónir krónur upp á tá spinkla spaniólan, sum síðani blivin meiri kraftmikil og tryggur tí hann ger á vøllinum.

 

- Hann hevur havt tað torført at byrja við í Manchester, men hann prógvar nú, at hann er millum teir bestu, sigur Wayne Rooney víðari.

 

Góðu avrikini hava fingið spanska risan, Real Madrid, at vísa áhuga fyri fyrrverandi Atletico Madrid málverjanum. David De Gea hevur bara 18 mánaðir eftir á sáttmálanum við Manchester United, men tað er nokk ongin ivi um, at Manchester United ger alt teir kunnu fyri at leingja sáttmálan áðrenn tað verður ov seint.