De Bruyne úti við skaða í minst seks vikur

Ein nærdystur við Ramiro Mori hjá Everton gjørdist dýrur

Framrættaði miðvallarin hjá Manchester City, belgiski landsliðsspælarin, Kevin de Bruyne verður ikki at síggja á leikvøllinum fyrrenn um fyrsta lagi seks vikur.

 

Í nærdysti við Ramiro Mori hjá Everton elvdi til skaðan. Hendingin fór fram á Etihad leikvøllinum í Manchester, tá Manchester City vann 3-1 á Everton og spældi seg í Carling Cup finaluna, har Liverpool verður mótstøðuliðið.

 

Aftaná dystin segði høvuðsvenjarin hjá Manchester City við enskar miðlar, at talan var um ein liðbandsskaða. Men nú vísir tað seg, at skaðin er meiri umfatandi enn so. 

 

Í samrøðu við "The Guardian" sigur agenturin hjá Kevin de Bruyne, Patrick de Koster, at de Bruyne verður úti í minst seks vikur. Í ringasta føri kann verða talan um so ringan skaða, at belgiumaðurin ikki verður at síggja á leikvøllinum aftur hetta kappingarárið. 

 

Kevin de Bruyne skal hava fleiri læknaligar kanningar næstu dagarnar, áðrenn endaliga verður staðfest hvussu álvarsamur skaðin er.