Dansk Boldspil Union avvísir ikki hugskotið hjá Magna Arge, fólkatingsmanni, um at Føroyar og Danmark árliga spæla »statsfíggjaðar landsdystir«, soleiðis sum fólkatingsmaðurin skeyt upp í Fólkatinginum í dag.
Men tað krevur, at dystirnir verða spældir soleiðis, at teir passa til tær tíðir, sum FIFA hevur sett av til slíkar landsdystir. Tað eru bara heilt fáir av hesum døgum, sum eru settir av til vinardystir.
– Vinardystir vera vanliga lagdir eftir ítróttarligum kriterium. Vanliga verða vinardystir spældir ímóti teimum londum, sum minna um tey, sum vit skulu møta í undankappingingardystum til komandi kapping. Tí ber tað væl til at spæla vinardystir ímóti Føroyum, men tað er ikki nakað, sum vit hava ætlanir um í løtuni, sigur miðlastjórin hjá DBU, Jacob Wadland við TV2.
Myndina tók Hilmar Jan Hansen undir dystinum millum Danmark og Føroyar í Ítróttarparkini í Keypmannahavn 10. oktober í 1990. Sum myndatekst skrivaði Hilmar Jan Hansen soleiðis:
»Brian Laudrup helt føroyska spælið vera brutalt og ófantaligt. Tað helt hann kanska, tí hann ikki slapp so lætt gjøgnum føroysku verjuna, sum hann hevði væntað. Her verður hann steðgaður av Jan Dam«