- Vit hava yvirorðnaðu ábrygdina fyri trygdini. Men vit skulu tosa við Parkina fyri at syrgja fyri, at líknandi støður ikki endurtaka seg, segði Jim Stjerne Hansen, aðalskrivari í DBU á einum tíðindafundi í Vedbæk.
Hvørjar avleiðingarnar verða, er ikki endaliga avgjørt.
Málið verður tikið upp í nevndini hjá UEFA, sum tekur sær av slíkum málum í nærmastu framtíð, og har verður gjørt av, hvørja revsing DBU og danska landsliðið skulu hava fyri hendingina.
Tá dómarin avblásti dystin, varð Danmark dømt at tapa 0-3, hóast støðan var 3-3, tá hendingin fór fram.