DBU góðkent felagið hjá Toda

Danska fótbóltssambandið hevur nú góðkent samanleggingina av feløgunum á Amager, og nýggja felagið kann frá 1. Juli spæla undir navninum FC Amager

Fótbóltur

 

Fremad Amager, Kastrup Boldklub, Dragør Boldklub og Kløvermarken FB hava lagt saman í eitt felag. Ætlanin er, at hetta felag skal fáa navnið FC Amager.

Tað er tó upp til danska fótbóltssambandið at góðkenna eina slíka samanlegging, og tað hevru DBU nú gjørt.

FC Amager skal taka plássið hjá Fremad Amager í donsku fótbóltskappingini, og sjálvt navnið, FC Amager, verður eisini viðurkent sum navnið á nýggja felagnum hjá Toda Jónssyni og hinum.